Tað var í november í fjør, at tað gjørdis alment at føroyingurin Gullak Madsen, sum seinastu mongu árini hevur búð í Hirtshals, hevði selt stásiliga uppsjóvarskipið Ruth til Norra, og skuldi byggja eitt enn meira framkomið skip í Skagen.
Ruth varð seld til Norra í november í fjør, har tað fekk navnið Slaaterøy, og í keypinum varð avtalað gjørd um, at undanfarni Slaaterøy skuldi ganga í býti, og fáa navnið Ruth.
Hetta skipið skuldi fiska kvoturnar hjá Ruth A/S, sum er felagið hjá Gullak Madsen, reiðara.
Tað er tó í so nógv sagt, at undanfarna skipið var gamalt, av tí at tað einans var knapt fýra ára gamalt.
Undanfarna Ruth á Kvívík fyri fyrstu ferð í 2016 (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Ruth var ikki meira enn seld til Noregs tá ið tað gjørdist alment, at føroyingurin hevði undirskrivað sáttmála um ein nýbygning, sum skuldi byggjast á Karstensens Skibsværft í Skagen.
Talan verður um størsta og mest framkomna skipið, sum nakrantíð er bygt á Karstensens Skibsværft, og skal handast reiðarínum longu um eitt gott ár.
Nýggja Ruth verður 89,3 metrar langt og 17 metrar breitt. Skipið verður størsta fiskiskipið í Danmark, men tað metið verður skjótt tikið tá ið nýggja Gitte Henning kemur í flotan seinni sama ár.
Sí tekningar av nýggju Ruth:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald