Innanlands

Spentir at fara avstað aftur

Ja, vit eru spentir og hava gott mót, tí síðsti túrur var sera góður

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2019-05-17 21:35 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Ja, vit eru spentir og hava gott mót, tí síðsti túrur var sera góður. Ikki tí, eingin kennir dagin í morgin, men tað sá fiskiligt út og skipini fáa fisk, so tað er hugaligt at fara avstað aftur.

Tað sigur skiparin á línuskipinum Skørini, Heri Henriksen.

- Jú, síðsti túrur var góður. Vit royndu við Ísland og fingu góð 200.000 pund á átta setum, harav 190.000 var stórur og góður toskur. Vit vita ikki endaliga søluvirðið, men tað fer at liggja um tvær milliónir krónur. Teir fyrstu seks dagarnir lógu vit púra einsamallir, men so komu fleiri skip. Nú eru nógv skip á somu leið, so eg veit ikki rættiliga hvar vit fara nú, sigur Heri Henriksen.

13 mans vóru við og tá er arbeiði til allar hendur. Yngsti maður var 16 ár og elsti 68 ár men tað merktist nærum ikki, segði elsti maður skemtandi.

Skørin tók ís á Toftum seinnapartin mikudagin og fór avstað klokkan 17 við kós móti Íslandi.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá nakrar av manningini. Tíð var eisini til prát, Guds orð og bøn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder