Innanlands

Spreinging í maskinrúminum á Glyvursnesi

Skipið lá við bryggju í Hirtshals tá hetta hendi. Tríggir mans, sum vóru í maskinrúminum tá spreingingin hendi, eru fluttir á sjúkrahús

(Mynd: TV2 Nord)

(Mynd: TV2 Nord)

2025-01-02 22:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um 21 tíðina í kvøld var ein spreinging í maskinrúminum á farmaskipinum Glyvursnes hjá Smyril Line. 

Hesum boðar Smyril Line frá í tíðindaskrivi í kvøld.

Skipið lá við bryggju í Hirtshals. Manningin fór beinanvegin undir at sløkkja eldin. Tríggir mans vóru í maskinrúminum, tá spreingingin hendi. Teir eru fluttir á sjúkrahús, og avvarandi hava fingið boð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder