Innanlands

Stálarbeiðið av grønu tvíkiljuni liðugt

Tað gongur skjótt at smíða nýggja alibátin við elmotori

(Mynd: Mest)

(Mynd: Mest)

2021-06-19 18:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í samband við at stálarbeiðið er liðugt á nýggju grønu tvíkiljuni hjá Bakkafrost vóru stýrhús og mastur sett á í dag. Stýrhúsið og masturin eru úr alumininum og skrokkurin úr stáli.

Á skipasmiðjuni Mest varð hetta hátíðarhildið fríggjadagin seinnapartin av teimum, sum hava verið við í arbeiðinum.

Hetta er ein alibátur sum nýtir elektromotorar og battaríir. Við í hugskotinum er, at báturin fyri tað mesta arbeiðir um dagin og kann liggja stillur og løða um náttina, tá nógv grøn elorka ofta er tøk. Tí er alibáturin við til at gagnnýta vind- og vatnorku betur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder