Uttanlands

Stapin blakaði seks tindaskøtur út

Tindaskøtur hava einki virði, og tí er vanligt at blaka tær út aftur, sigur Annfinn Olsen, reiðari á Stapanum, sum varð tikið fyri at blaka fisk út í vikuni

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-08-03 16:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyska línuskipið Stapin, sum í vikuni varð tikið fyri ólógliga útblaking undir Íslandi, blakaði seks fiskar út.

Tað sigur Annfinn Olsen, reiðari á Stapanum við Kringvarpið.

Stapin er, sambært íslendska Morgunblaðið fimta skipið, ið verður fangað í at fremja ólógligt burturkast nærindis Íslandi í summar. Tað vísa dronuupptøkur.

Annfinn Olsen sigur, at skipið varð biðið um at koma á Vopnafjørð, tá teir vórðu lidnir at fiska, og vórðu dronuupptøkurnar gjøgnumgingnar av løgregluni.

Á upptøkunum sæst, at Stapin blakar seks fiskar út, og her er talan um tindaskøtur, sum einki virði hava, og tí vanliga verða blakaðar út aftur. Tríggjar av hesum vóru lívandi og svumu avstað aftur, sigur Annfinn Olsen.

Løgreglan gjørdi ikki meira við málið, og skipið fór aftur til fiskiskap. Annfinn Olsen sigur, at hann ikki hevur hoyrt aftur frá løgregluni, og tí veit hann ikki, um málið fær eitt rættarligt eftirspæl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder