2025-11-18 07:26
Frystilínuskipið Stapin kom á Kollafjørð leygardagin, har skipið skal landa í dag.
Stapin hevur roynt undir Íslandi í knappan mánaða, og meginparturin av veiðuni er toskur. Tó var eisini nakað av hýsu og brosmu umframt upsa og longu.
Flestu frystilínuskipini landa veiðuna í Kollafirði, og seinni í vikuni koma Jógvan I og Kambur á Kollafjørð at landa.
Jógvan I og Kambur hava fiskað undir Føroyum, men júst hvat tey hava í løtuni vita vit ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald