Uttanlands

Stapin tikin í Íslandi fyri útblaking

Føroyska línufrystiskipið skuldi inn á Vopnafjørðin, har avhoyring fór fram

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-03 09:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Morungblaðið skrivar, at føroyska línuskipið Stapin í vikuni varð tikið, tá tað var til fiskiskap undir Íslandi.

Orsøkin var, at teir umborð á skipinum av Toftum høvdu blakað burtur av skipinum. Dronupptøkur frá sunnudegnum vístu hetta, og sambært Morgunblaðunum er hetta fimta skipið næhendis Ísland í summar, ið verður fangað av dronuupptøkur, meðan tað fremur ólóligt bruturkast. Hini fýra hava øll verið íslendsk.

Skipið noyddist inn á Vopnafjørðin, har skiparin varð avhoyrdur mánadagin. Nú kannar Landhelgisgæslan málið nærri. 
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder