
Partrolararnir Stelkur og Bakur fóru aftur á upsaveiðu undir Føroyum í dag, eftir at hava ligið í nakrar dagar á Runavík.
- Vit fara suður á suðuroyarbanka at royna hendan túrin, sigur Eyðfinn Johansen, skipari á Stelki.
- Seinastu túrarnir hava verið góðir hjá okkum, har vit hava fingið fult skip, sigur Eyðfinn Johansen, víðari tá ið vit fáa orðið á hann áðrenn teir loysa av Runavík.
Partrolararnir Stelkur og Bakur eru minna parið, sum landar fast til Faroe Origin í Runavík.
Tað sigla 7 mans við hvørjum trolara, og manningin var væl hýrd nú hon slapp aftur til arbeiðis aftaná ólavsøkuna.
-
Eyðfinn Johansen - Skipari á Stelki (Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
Stelkur (Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
Bakur (Mynd: Sverri Egholm)
-
Stelkur (Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
Bakur (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald