2020-05-04 20:05
Partrolararnir Stelkur og Bakur komu á Runavík beint eftir døguðra í dag, har teir skulu landa.
Stelkur og Bakur stevndu í góðveðriðnum í dag á Runavík við umleið 380.000 pundum, har meginparturin av veiðuni er upsi.
Teir hava havt góðan fiskiskap hendan túrin, og landað veiðuna til Faroe Origin.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap undir Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald