Innanlands

Stelkur og Bakur landaðu í Runavík í gjár

Partrolararnir landaðu 240.000 pund til Faroe Origin í gjár

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-03-09 22:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Stelkur og Bakur hava landað 240.000 pund í Runavík.

Parið hevur fiskað eystanfyri í níggju dagar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Nógv tað mesta av veiðuni var upsi, og veiðan varð landað til Faroe Origin, sum eisini eigur partrolararnar.

Stelkur og Bakur fóru nýggjan túr í gjárkvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder