2021-03-30 20:36
Partrolararnir Stjørnan og Polarhav hava seinastu tíðina fiskað upsa undir Føroyum, men eru nú farin á gulllaksaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi.
Partrolararnir lógu á Havnini í nakrar tímar, har teir tóku útgerð og riggaðu til gulllaksaveiðuna, og loystu síðan aftur seint seinnapartin.
Polarhavn og Stjørnan eru eitt av pørunum, sum fiska gulllaksaveiðu í føroyskum sjógvi.
Hini bæði pørini eru Eysturúgvin/Vesturbúgvin og Fuglberg/Skoraberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald