2021-03-09 09:41

Partrolararnir Polarhav og Stjørnan komu í gjár á Klaksvík, har teir skuldu landa.
Parið hevur verið til fiskiskap eystan fyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Tilsamans høvdu partrolararnir heili 370.000 pund, har nógv tað mesta var upsi.
Veiðan varð landað til Kósina, og tá ið liðugt varð at landa, fóru Stjørnan og Polarhav aftur til fiskiskap undir Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald