2019-05-21 06:33
Stóra vinnumessan “Atlantic Fair“ er hesa vikuna í Klaksvík, og verður sett fyrrapartin klokkan 10:30.
Dyrnar lata upp klokkan 10, og klokkan 10:30 verða røður og sjálv setanin á skránni. Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim fer at bjóða vælkomin, og løgmaður, Aksel V. Johannesen, fer at seta stevnuna.
192 fyritøkur sýna fram úr 20 ymiskum londum. Stevnan, sum er í báðum ítróttarhallunum í Klaksvík, heldur fram til hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald