Innanlands

Stóra Fiskivinnutingið verður í Varpinum í kvøld

Trý høvuðsevni verða umrødd við nógvum ymiskum luttakarum við pallborið, umframt at politiskt forfólkaumfar verður. Tingið byrjar kl. 19 - tað kann hoyrast í útvarpinum og stroymast á Norðlýsinum

Virðisøking í fiskivinnuni, hvussu botnfiskastovnarnir verða røktir og støðan hjá botnfiskaflotanum sum heild eru høvuðsevnini í kvøld. Fiskuvinnutingið á Torradøgunum verður hesaferð hildin á nýggja Varpinum (Savnsmynd: Dávur Winther)

Virðisøking í fiskivinnuni, hvussu botnfiskastovnarnir verða røktir og støðan hjá botnfiskaflotanum sum heild eru høvuðsevnini í kvøld. Fiskuvinnutingið á Torradøgunum verður hesaferð hildin á nýggja Varpinum (Savnsmynd: Dávur Winther)

2024-02-21 14:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Torradagarnir eru í løtuni í Klaksvík. Skráin fyri árliga tiltakið strekkir seg yvir alla hesa vikuna og eitt av hæddarpunktunum er árliga fiskivinnutingið. Hetta er á skránni í kvøld, mikudagin 21. februar, klokkan 19.

Vanliga er tað á Skúlatrøð, men nú er Varpið latið upp í Klaksvík, og er stóri mentanarbygningurin mitt í býnum væl egnaður til høvi.

Norðlýsið skrivar, at trý høvuðsevni eru á fiskivinnutinginum hesaferð. Tað fyrsta er virðisøking í fiskivinnuni. Hetta fara Janet Fríða Johannesen, matvørufrøðingur, Hanus Hansen, reiðari og Johannes Martin Olsen, nevndarformaður í Sjógæti at kjakast um.

Síðani koma Osmund Justinussen, reiðari, og Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur,  at kjakast um, hvussu man á bestan hátt røkir botnfiskastovnarnar - serliga verður nógv umrøddi toskastovnin umrøddur.

Til seinast verður verandi kjakast um støða hjá botnfiskaflotanum eftir nýggjastu skerjingarnar í fiskidøgum og veiðimøguleikunum. Fýra fólk vera við pallborðið:  Bjarni í Skálum, formaður í Felagnum Trolbátar, Andru Poulsen, sum rekur útróðrarbátin Stakkavík, Hanus Hansen, sum eigur og rekur fleiri trolarar í bólki-2 og Eydna í Homrum, leiðari á Tilfeingisdeildini á Havstovuni.

[object Object]
Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík (JFK) - Mynd: Sverri Egholm

[object Object]Tað møta vanliga heilt nógv fólk upp til stóra tiltakið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sambært Norðlýsinum endar kvøldið við politiskum kjaki. Har er talan um forfólkaumfør - forfólkini í flokkunum luttaka, umframt landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm.

Tað vera Elin Winther Poulsen og Jón Brian Hvidtfeldt úr KVF, sum stýra kjakinum. Tiltakið verður eisini at hoyra beinleiðis í útvarpinum, og tað kann eisini stroymast á Norðlýsinum. Fiskivinnutingið í Varpinum í Klaksvík  byrjar klokkan 19. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder