Størsta skipið sum er bygt í Skagen nakrantíð

Ein stórur heiður at sleppa at byggja skip til Føroyar aftur, sigur stjórin á skipasmiðjuni í Skagen, sum skal byggja nýggja Christian í Grótinum

Kent Damgaard, stjóri á Karstensens Skibsværft, næst uttast til vinstru (Mynd: Norðlýsið)

Kent Damgaard, stjóri á Karstensens Skibsværft, næst uttast til vinstru (Mynd: Norðlýsið)

2020-07-08 06:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í gjár, at avtala varð undirskrivað millum reiðaríið Christian í Grótinum og Karstensens Skibsværft í Skagen.

- Hetta er ein stórur heiður, og ein stór gleði fyri okkum, sigur Kent Damgaard, sum er stjóri í donsku skipasmiðjuni Karstensens Skibsværft, sum skal byggja nýggja Christian í Grótinum, sum skal latast felagnum í januar í 2022.

Talan verður um størsta skip, sum skipasmiðjan nakrantíð hevur bygt.

- Skrokkurin er júst tann sami, sum nýggja Ruth hevur, men av tí at yvirbygningurin er ein annar, so er hetta skipið nakað størri í tonsum enn nýggja Ruth verður, sigur Kent Damgaard við Portalin.

Nýggi Christian í Grótinum verður heili 89,35 metrar langur, og 17 til 18 metrar breiður, og skal lasta 3000 tons. Christian í Grótinum verður heili 5000 bruttotons, og verður tí størsta skipið, sum nakrantíð er bygt á Karstensens Skibsværft.

[object Object]

- Skrokkurin kemur eftir ætlan til Danmarkar um eitt gott ár, og síðan skal skipið gerast liðugt í Skagen, og skal so handast felagnum í januar í 2022, sigur Kent Damgaard.

Karstensens Skibsværft bygdi eisini Trónda í Gøtu, sum Varðin fekk handaðan í 2010, og stjórin er sera errin av, at teir enn einaferð sleppa at byggja skip til Føroyar.

- Vit vóna sjálvandi, at við hesari avtaluni, so eru tað onnur reiðaríir, sum hava hug at byggja skip hjá okkum.

Kent Damgaard vil tó ikki gera nakra viðmerking til, at skipasmiðjan er í samráðingum við nakað annað føroyskt reiðarí í løtuni.

- Tað er altíð stuttligt at byggja nýggj skip, og man lærir nakað hvørja ferð, og hesaferð seta vit met, tá ið vit nú skulu byggja størsta skipið vit nakrantíð hava bygt, sigur Kent Damgaard at enda við Portalin. 

Við avtaluni um Christian í Grótinum, koma fýra nýggj skip í føroyska flotan í 2022. Hini eru nýggjur Gadus, nýggjur Akraberg og nýggi trolarin hjá P/F Havborg í Havn.

Les eisini: Fyrsti nýbygningur til uppsjóvarvinnuna í 12 ár

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder