Innanlands

Stórur áhugi fyri føroysku loysnini við virtuellari fiskivinnuráðstevnu

Feðgarnir Óli og Hanus Samró sjósettu í farnu viku fyrstu virtuellu fiskivinnuráðstevnu í heiminum. Áhugin er stórur

2020-04-28 18:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fishfacts við Óla og Hanus Samró hevur fingið nógvar bíleggingar og fyrispurningar um virtuellu fiskivinnuráðstevnuna, sum verður í juni. Plattformin sjósettu teir í síðstu viku.

Eins og allur heimurin er raktur av koronakreppuni, so rakar hetta eisini fiskivinnuráðstevnur. Í gjár boðaðu fyriskipararnir av stóru norsku fiskivinnu og aliráðstevnuni Nor-Fishing, at ráðstevnan var avlýst.

Talan er um eina av størstu og kendastu fiski- og alivinnuráðstevnunum í heiminum, og skuldi haldast 18. til 21. august í Tróndheimi.

Fishfacts skuldi av røttum havt egnan bás til ráðstevnuna og møtt sínum kundum og øðrum.

- Vit høvdu sjálvandi ynskt, at tað var øðrvísi, men vit mugu bara góðtaka støðuna. Ístaðin fyri at sita hendur í favn, sjósettu vit heimsins fyrstu talgildu fiskivinnuráðstevnu. Tað hevur víst seg at vera ein røtt avgerð, tí eg eri ikki sørt bilsin av móttøkuni. Vit verða bumbarderaðir niður við fyrispurningum og teldubrøvum. Tað er púra garrvilt, sigur Hanus Samró, sølustjóri.

Fleiri tænastuveitarar hava longu tikið av møguleikanum. Seks føroyskar og níggju útlendskar.

Fishfacts hevur 400 av størstu fiskiskipunum í heiminum sum brúkarar. Úr Kanada og Russlandi til Noreg og Nýsælandi. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder