Innanlands

Strandarlandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild

Føroyska kvotan av norðhavssild í 2025 verður sambært strandarlandasemjuni 40.179 tons

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2024-12-13 15:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyar og Noreg hava í dag undirritað strandarlandasemju um at býta norðhavssild. Dennis Holm, landsstýrismaður, góðkendi semjuna eftir ráðførslu í Løgtingsins uttanlandsnevnd.

Sambært semjuni fáa Føroyar ein býtislut á 10 prosent av mest loyvdu veiðu (MLV) og Noreg ein býtislut á 64,18 prosent av MLV. Við hesum taka Føroyar og Noreg í felag ábyrgd til tess at minka um trýstið á norðhavssildastovnin og virka í felag fyri at tryggja, at norðhavssildastovnurin verður umsitin á burðardyggan hátt í framtíðini. Í alt hava Føroyar og Noreg saman minkað um ovfiskiskapin við 22,82 prosentstigum. 

Afturat strandarlandasemjuni hava Føroyar og Noreg gjørt semju um atgongd, sum loyvir føroyskum skipum at fiska alla ta føroysku norðhavssildakvotuna í norskum sjógvi, meðan norsk skip fáa loyvi at fiska 17,5 prosent av mest loyvdu veiðu av svartkjafti í føroyskum sjógvi. 

Føroyska kvotan av norðhavssild í 2025 verður sambært strandarlandasemjuni 40.179 tons.

Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur, at strandarlandasemjan millum Føroyar og Noreg hevur stóran týdning bæði fyri føroyska uppsjóvarflotan og fyri norðhavssildastovnin. Føroysk skip kunnu nú fiska alla ta føroysku sildakvotuna í norskum sjógvi og er hetta ein týðandi tryggleiki í mun til ferðingarmynstrið hjá stovninum. 

Landsstýrismaðurin vísur eisini á týdningin, sum góða samstarvið millum Føroyar og Noreg hevur.  Sum stórhavstjóðir og sum nærmastu grannar hava Føroyar og Noreg nógv mál av felags áhuga og er tað tí sera umráðandi, at Føroyar og Noreg samstarva væl.

Strandarlandasemjan kann lesast her.

Semjan um atgongd kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder