2019-06-28 18:40

Í seinasta lagi mánadagin fáa allir umsøkjarar til menningarkvoturnar svar. Tað upplýsir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í kvøld
Seinasta fríggjadag bleiv eisini sagt, at umsøkjarar fóru at fáa svar mánadagin, men nú er altso liðugt at viðgerða umsóknirnar. Nøkur ivamál stungu seg upp, sum gjørdu, at tað ikki kundi kunngerast tá.
Men nú verður tað altso, sambært landsstýrismanninum.
Tíðindafundur verður mánadagin klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald