Innanlands

Svartkalvin kannaður

Magnus Heinason hevur á hvørjum ári síðan 1995 gjørt ein túr í mai-juni, har dentur er lagdur á at fiska svartkalva undir Føroyum

Mynd: Havstovan

Mynd: Havstovan

2019-06-21 16:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Magnus Heinason hevur á hvørjum ári síðan 1995 gjørt ein túr í mai-juni, har dentur er lagdur á at fiska svartkalva undir Føroyum. Í ár var túrurin bert eina viku langur, frá 12. juni til 19. juni.

Fiskiskapurin var nakað minni enn í fjør, men meira enn í 2017, skrivar Havstovan. Nøgdin av svartkalva per tíma var nakað undir miðal í mun til alt tíðarskeiðið síðani 1995, sum sæst á myndini niðast í greinini.

672 nytrur vórðu tiknar íalt, av teimum vóru 340 svartkalvanytrur. 209 fiskamagar vórðu kannaðir, harav vóru 145 svartkalvamagar. Høvuðsføðin var svartkjaftur.

Øll túrfrágreiðingin kann lesast her.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder