Innanlands

Svartkjaftafiskiskapurin tikin upp aftur

Katrin Jóhanna er annað av føroysku skipunum á feltinum í løtuni

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

2020-12-28 19:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Katrin Jóhanna og Jupiter hava longu loyst, og eru farin aftur til fiskiskap.

Skipini eru farin á svartkjaftaveiðu, men veðrið er ringt á leiðini, og lítið er at fáa.

Arctic Voyager landar 1700 tons av svartkjafti í Fuglafirði, og teir fara helst á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa, og veðrið er batnað.

Fagraberg og Høgaberg hava eisini landað eftir jól, og høvdu skipini 1700 tons, og 1800 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder