Innanlands

Svartkjaftakanningar avlýstar

Koronavirusið ávirkar nú eisini sigliætlanina hjá Magnus Heinasyni, og hetta er ein smeitur fyri stovnsmetingina, sum skal gerast í summar

Magnus Heinason fer ikki árliga svartkjaftatúrin í ár. Svartkjaftakanningar hava verið gjørdar eftir verandi leistinum síðani 2004 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Magnus Heinason fer ikki árliga svartkjaftatúrin í ár. Svartkjaftakanningar hava verið gjørdar eftir verandi leistinum síðani 2004 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-27 12:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Korona ávirkar nú eisini sigliætlanina hjá Magnus Heinasyni.

Hetta skrivar Havstovan á heimasíðu sínari

Havrannsóknarskipið skuldi eftir ætlan luttaka í altjóða felagskanning av svartkjafti komandi tvær vikurnar, saman við fimm øðrum londum. Longu fyri tveimum vikum síðani komu boð frá tveimum av luttakaralondunum um, at tey kundu ikki vera við orsakað av Covid-19 farssóttini.

Ætlanin var so, at hini trý londini skuldu verða við í kanningini. Men í vikuskiftinum gjørdist greitt, at kanningarnar av svartkjafti í ár vera av ongum ─ og tískil fer Magnus Heinason ikki árliga svartkjaftatúrin í ár. Svartkjaftakanningar hava verið gjørdar eftir verandi leisti síðani 2004

Hesar kanningarnar skuldu verið brúktar í stovnsmetingini av svartkjafti í ICES seinni í summar, og tað er sera óheppið, at vit ikki fáa hesi úrslitini við, skrivar hav.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder