Innanlands

Svartkjaftaskipini komin í føroyskan sjógv at royna

Seinastu tíðina hava uppsjóvarskipini fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi við Írland, men nú eru tey komin í føroyskan sjógv

Gøtunes á svartkjaftaveiðu (Mynd: EMS Photo)

Gøtunes á svartkjaftaveiðu (Mynd: EMS Photo)

2025-03-16 19:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu tíðina hava uppsjóvarskipini fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi við Írland, men nú eru tey komin í føroyskan sjógv, har tey leita eftir svartkjafti.

Finnur Fríði, Borgarin og Tróndur í Gøtu eru longu komin í føroyskan sjógv, har roynt verður eftir svartkjafti sunnanfyri Føroyar.

Christian í Grótinum og Arctic Voyager eru á Fuglafirði, har skipini landa ávíkvist 3.500 tons og 1.700 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Norðingur hevur júst landað 1.900 tons, og skipið er nú farið at royna eftir svartkjafti eystanfyri Føroyar.

Høgaberg hevur sett kós móti føroyskum sjógvi, og Gøtunes er ávegis á Fuglafjørð við 2.700 tonsum av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder