Innanlands

Svartkjaftur og botnfiskur landaður í Fuglafirði

Jupiter hevur landað 1300 tons og Akraberg hevði 700 tons umframt slógv við til lands

Savnsmynd (Sverri Egholm)

Savnsmynd (Sverri Egholm)

2020-12-21 22:09 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og høvdu 1300 tons av svartkjafti við til lands, sum teir landaðu til Havsbrún.

Tað er tó ikki einans uppsjóvarfiskur, sum er landaður í Fuglafirði seinastu dagarnar, tí um vikuskiftið kom Akraberg, sum er ein av barentshavstrolaranum heim aftur.

Verksmiðjutrolarin hevði 700 tons av rundfrystum botnfiski umframt 350 tons av slógvi við til lands, sum teir hava fiskað uppá góðan hálvan annan mánaða.

Akraberg hevur nú fiskað kvotuna fyri 2020.

[object Object] Akraberg - Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder