2019-12-08 21:26
Jupiter kom á Tvøroyri tíðliga í morgun, har teir skuldu landa svartkjaft.
Jupiter hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Meðan teir landaðu kom Finnur Fríði á Tvøroyri. Finnur Fríði hevur verið á makrelveiðu, og hava teir 400 tons við til lands, sum teir skulu landa aftaná Jupiter.
Veiðurnar verða landaðar til Varðan Pelagic, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald