Innanlands

Svartkjaftur og makrelur landaður í Føroyum seinastu dagarnar

Seinastu dagarnar hava føroysk skip landa svartkjaft, og donsk skip landað makrel í Føroyum

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2021-01-09 20:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Pelagisku virkini í Fuglafirði, og á Tvøroyri hava havt úr at gera seinastu dagarnar.

Í Fuglafirði hevur Høgaberg landað 900 tons av svartkjafti til Pelagos, har svartkjafturin fer til matna.

Borgarin hevur landað umleið 2000 tons av svartkjafti til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til ídnað. Svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður hjá Havsbrún.

Áðrenn Borgaran landaði Arctic Voyager 800 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Á Tvøroyri hevur Gøtunes júst landa umleið 1000 tons av svartkjafti, og Tróndur í Gøtu hevur landað umleið 800 tons av svartkjafti til matna.

Finnur Fríði landaði fyrr í vikuni 800 tons av svartkjafti til Varðan Pelagic, har eins og hjá Pelagos, svartkjafturin fer til matna.

Føroysku skipini fiska øll svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

Donsk skip landa makrel í Føroyum

Donsku uppsjóvarskipini Astrid, Isafold og Asbjørn hava øll verið á makrelveiðu í ES sjógvi.

Astrid var fyrst at landa í vikuni, og hevði hon 1000 tons av makreli við til lands.

Isafold hevur landað 1550 tons av makreli til Pelagos í Fuglafirði, og fara teir aftur til fiskiskap í morgin.

Á Tvøroyri hevur Asbjørn landað umleið 1300 tons av makreli til Varðan Pelagic. 

Donsku skipini hava góðan fiskiskap eftir makreli, og koma tey helst at landa nakrar túrar her aftrat í vetur.

[object Object]Isafold (Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]
Asbjørn (Mynd: Skibsarkivet, Christian Jensen)

[object Object]Astrid (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder