2021-03-07 20:42

Uppsjóvarskipið Christian kom seinnapartin í gjár á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.
Teir hava fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og høvdu umleið 2300 tons av svartkjafti við til lands.
Veiðan varð landað til Havsbrún.
Høgaberg hevur eisini landað svartkjaft í Fuglafirði um vikuskiftið.
Teir landaðu umleið 2000 tons av svartkjafti, sum teir eisini hava fiskað í altjóða sjógvi vestanfyri Írland.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Høgaberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald