Teir høvdu roynt eftir makreli í Eysturgrønlandi og fingu 900 tons í 10 dagar.
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
- Tað var væl av makreli at fáa og vit fingu nógv mikið til at verksmiðjan koyrdi allar dagarnar alt samdøgrið. Hon stendur til at klára at avhøvda, magadraga og frysta umleið 150 tons av makreli um samdøgrið, men vit eru ikki enn komnir heilt har upp, sigur skiparin Anfinn Jacobsen.
- Hetta er bæði eitt stórt og gott skip, sum var bygt í Turkalandi í 2016. Tað hevur bæði rækju og makrel kvotu, og skipið er bygt til báðar fiskiskapirnar og tí er hetta eitt spennandi skip at sigla við. Vit hava eisini tríggjar RSV kølitangar, sum taka umleið 45 tons hvør. Lastin er í tveimum hæddum og øll 900 tonsini standa á plattum, so skipið er sera væl útgjørt, sigur Anfinn.
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
- Tá kvotan er liðug í Eysturgrønlandi fara vit á makrelveiðu í altjóða sjógv norðanfyri Føroyar.
Tá tann kvotan er uppfiskað fara vit aftur til Grønlands á rækjuveiðu, sigur Anfinn.
Tað er Sikuaq Trawl A/S sum eigur Svend C, sum er 83. metrar langur, 17 metrar breiður og hevur ein motor á 6960 KW. Grønlendingar og føroyingar manna skipið, sum er skrásett í Nuuk.
Umboð frá grønlandstoyminum hjá Heimamissiónini vitjaðu umborð í Reykjavík og vóru væl móttikin.
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald