Innanlands

Svend C landar 800 tons í Kollafirði

Grønlendski trolarin kom á Kollafjørð í gjár

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-08-10 22:55 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Stóri grønlendski trolarin Svend C kom á Kollafjørð í dag, har teir skulu landa.

Teir hava verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og upplýst verður, at teir hava 800 tons av frystum makreli, sum teir landa til frystigoymslunar í Kollafirði.

Hetta er triðja lastin av makreli, sum Svend C higar til hevur landað í Føroyum í summar.

Grønlendsku skipini plaga hvørt ár at landa makrel í Føroyum, av tí at einki virki er, sum kann virka makrelin í Grønlandi, og av tí at skipini ikki sleppa at landa makrel í Íslandi, eftir at londini ikki hava nakra avtalu um makrelin.

Tá ið Svend C hevur landað, verður farið aftur á makrelveiðu. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder