Innanlands

Svend C landar makrel i Kollafirði

Landað 100 tons av feskum makreli í Fuglafirði, og 725 tons av frystum makreli í Kollafirði

2019-09-11 21:58 Author image
Kiran Jóanesarson

Grønlendskitrolarin landaði 100 tons av feskum makreli í Fuglafirði, áðrenn teir komu á Kollafjørð við tí frysta.

Svend C hevur fiskað makrel í altjoða sjógvi norðanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður, at teir landa 725 tons av frystum makreli til fyrstigoymsluna hjá Samskip í Kollafirði.

Fiskiskapurin hjá teimum grønlendsku skipunum, hevur annars verið heldur vánaligur seinastu tíðina.

Polar Princess hevur 550 tons tilsamans. 200 tons av feskum, sum verður landað til Faroe Pelagic og 350 tons av frystum, sum verður landað til Samskip.

placeholder
placeholder