Innanlands

Svenskt uppsjóvarskip landar makrel í Fuglafirði

Astrid hevur fiskað makrel í ES sjógvi

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2020-01-28 06:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Svenska uppsjóvarskipið Astrid kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Astrid hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og hava teir 400 tons av góðum makreli, sum teir skulu landa til Pelagos.

Teir komu á Fuglafjørð fyrrapartin, og sluppu framat beinanvegin.

Aftaná Astrid skal Høgaberg landa eina last á 1400 tons av makreli, sum teir somuleiðis hava fiskað í ES sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder