2021-10-08 08:56
Svenska uppsjóvarskipið Astrid Marie kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel.
Talan er um 500 tons av makreli, sum skal landast til uppsjóvarvirkið Pelagos, har makrelurin fer til matna.
Seinastu dagarnar hava fleiri útlendsk uppsjóvarskip landa makrel til Pelagos.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald