2020-02-07 00:11
Danska uppsjóvarskipið Astrid skal landa makrel til Pelagos í Fuglafirði.
Teir hava verið á makrelveiðu í ES sjógvi og hava 900 tons, sum skal landast til uppsjóvarvirkið í Fuglafirði.
Cattleya úr Esbjerg hevur júst landað makrel til virkið, og tá var sagt, at óvist var um teir fóru at taka ímóti meira makreli fyribils, men nú skal Astrid landa 900 tons til Pelagos.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald