Almenn móttøka fyri nýggja flogfarinum hjá FarCargo verður á flogvøllinum í Vágum týsdagin 5. mars frá klokkan 10 til 12.
Vinnumálaráðharrin, Høgni Hoydal, og borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, bera fram røðu. Tónar frá Lenu og Niclasi verða at hoyra, og lætt ábit verður at fáa.
Av trygdarávum er bert møguligt hjá innbodnum at sleppa út at síggja flogfarið.
Øll onnur eru vælkomin at síggja flogfarið úr móttøkuhøllini.
Lastarúmið (Mynd: FarCargo)
Farmaflogfarið er eitt Boeing 757-200 flogfar frá 2001, sum hevur flogið fyri American Airlines øll árini. Flogfarið er seinasta árið umbygt og klassað til farmaflogfar og tekur 34 tons av farmi ella í alt 230 rúmmetrar. Motorarnir eru av merkinum Rolls Royce.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald