Innanlands

Tangskip skrásett í Føroyum

Tangaskipið Fure Spear er nýggjasta skrásetingin í FAS

2024-08-08 14:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Oljutangaskipið Fure Spear er júst skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini, FAS.

Skipið, sum hevur heimstað í Nólsoy, er bygt í 2009 í Kina, og er 11.889 bruttotons til støddar, 134 metrar langt og 23 metrar breitt.

Tað er sp/f SeaBear, Føroyar, ið eigur skipið.  Spf SeaBear hevur sama bústað, sum Tor Shipping í Havn. Formaður í nevndini er Jan Sølve Kenneth Albertsson í Kungälv í Svøríki, sum eisini er nevnformaður í reiðarínum Furetank Danmark A/S í Holbæk, ið er partur av stóra svenska reiðarínum Furetank Rederi AB.

Felagið SeaBear eigur eisini tangaskipið Fure Skagen, sum varð skrásett í FAS í fjør. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder