2021-05-14 17:33
Mánadagin varð bjargingarbáturin Tanum tikin upp, og hann skal nú málast av nýggjum.
Bjargingarbáturin er settur í eina av høllunum hjá Mest, og arbeiðið fer ætlandi at taka umleið tríggjar vikur. Ætlanin er at hava Tanum á sjónum aftur fyrst í juni mánað.
Tá báturin er komin á sjógv aftur nýmálaður og flottur verður hann settur aftur í tilbúgvingina, og tá er ætlanin at doypa bátin Rescue LÍV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald