- Vit eru nakrir mans, sum hoyra til skipið og sum gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði umborð, meðan vit bíða til svartkjafturin kemur norð í føroyskan sjógv, vanligt um mánaðarskiftið mars/apríl.
- Vit skuldu á lodnuveiðu við Ísland fyrst í hesum árinum, men tíverri sóu íslendingar heldur onga lodna í ár og tí kom heldur einki loyvi.
Tað sigur Nick Niclasen, sum er stýrimaður umborð á grønlendska pelagiska trolaranum, Tasiilaq.
- Tá vit eru á svartkjaftaveiðu og á lodnuveiðu, eru vit vanliga 11-12 mans við, men tá vit hagreiða fiskin, eru vit 23 mans. Tasiilaq er eitt verksmiðjuskip, men hevur ikki mjølverksmiðju. Til dømis kunnu vit skráskera makrelin og súgva magan úr honum, áðrenn hann verður frystur. Tað sama kunnu vit gera við sildina og skrædla hana eisini. Tí hevur skipið fleiri møguleikar, men bæði frystiorkan og kvotan kundi væl verið størri, sigur hann.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í drekkisteðginum í morgun og fekk eitt gott prát við menninar. Tíð var eisini til eitt Guds orð og bøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald