- Trýrt tú, at Fiskimálaráðharrin hevur útlutað virðir fyri milliónir til vinir og kenningar, ella trýrt tú, at Fiskimálaráðharrin hevur útlutað kvotur til verkæltanir, ið eru mennandi, nýskapandi og virðisøkjandi, har virðini koma samfelagnum til góðar?
Soleiðis spyr góðskuleiðarin á virkinum Tavuni í Leirvík, Nicholas Stauss, í eini siðiligari viðmerking til orðaskiftið, ið hevur tikið seg upp eftir at Jacob Vestergaard kunngjørdi hvørji virki og feløg fáa lut í kvotunum, sum eru ætlaðar til vinnuligar royndir.
Síðani hava skuldsetingar um rossahandlar og nepotismu heglað niður yvir landsstýrismannin, eitt nú frá undanfarna landsstýrismanni við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, sum kallar skipanina ‘dundrandi korrupta’, tí landsstýrismaðurin hevur deilt virðini út til familju og vinir hjá tinglimum Fólkafloksins.
Tavan, sum fekk túsund tons av norðhavssild í ár umframt 820 tons flutt frá í fjør, er eitt av virkjunum, ið verður lagt undir at vera fjølgað, tí fyrrverandi tingmaður fyri Fólkaflokkin, Joen Magnus Rasmussen, er stjóri á Tavuni, og tí beiggin, Uni Rasmussen, nú umboðar Fólkaflokkin á tingi.
Góðskuleiðarin á Tavuni, Nicholas Stauss, kemur í viðmerkingini ikki inn á hesi viðurskifti í viðmerking síni. Ístaðin greiðir hann frá tilgongdini fram til, at virkið nú hevur fingið tryggjað rávøru til eina verkætlan, sum fór av bakkastokki fyri nøkrum árum síðani. Stóra avbjóðingin hevur verið at fáa til vegu rávøruna til keyps frá skipunum, sum hava havt rættin at fiska norðhavssildina.
Sildin verður í Leivík virkað í munnbitar, sum verða seldir góðskaðir til útlendskar framleiðarar av sild til matna. Ein verkætlan, har virðisøkingin, í mun til aðrar verkætlanir, í stóran mun fer fram í Føroyum.
Les á lesarin.fo: Tann gylta undirskriftin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald