2019-11-15 19:45
Veitingarskipið hjá skipafelagnum Thor í Hósvík, Thor Omega, hevur fingið eina nýggja útsjónd.
Nakað meira framtungt og meira álík teimum nýggjaru og meira nýmótans veitingarskipunum hjá reiðaríðnum.
Í farnu viku hivaði stóri kranin hjá skipasmiðjuni Mest alt stýrhúsið oman av skipinum.
Í dag var brúgvin so sett á aftur, hesaferð nakað hægri uppi, tí ein heilt nýtt dekk er komið ímillum.
Talan er um eitt øki við kahúttum til manningina.
Myndirnar av ásetingini í dag hevur Ólavur Frederiksen tikið:
Sí eisini: Thor Omega uttan stýrhús
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald