Frálandaskipið Thor Omega kom á Havina í gjár, og arbeiðið fer í gongd beinanvegin.
Tað var í juli, at tað gjørdist alment, at Mest og Thor høvdu gjørt sáttmála um arbeiði, og talan er um at byggja og íseta eina nýggja sektión undir brúnni.
Í nýggju sektiónini eru 15, tvey manskømur, vesir og annað, skrivaði Mest í tíðindaskrivi.
Stýrhúsið skal nú takast av, og skal inn í høllina, har nýggja sektiónin verður skoytt uppí, og síðan verður stýrhúsið sett á aftur skipið.
Arbeiðið kemur at taka tveir mánaðir.
Thor Omega er bygt á Skála Skipasmiðju í 2008, og fegnast tey hjá Mest um, at skipið nú eisini verður dagført í Føroyum.
Thor Omega hevur seinastu 11 árini siglt á øllum heimsins høvum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald