2019-07-27 16:24
Garnaskipið Thor kom í nátt aftur til Føroyar, og verður riggað til at fara aftur til fiskiskap.
Seinastu tíðina hevur Thor fingið nýggja maskinu, og er sandblást.
- Thor hevur ligið á Oyri, har høvuðsmotorur, gear og báðir ljósmotorarnir vórðu skiftir. Seinni fór skipið á beding hjá Mest í Havn, har skrúðan varð sett í skipið, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.
Síðan fór Thor til Danmarkar, har skipið varð sandblást innan og uttan, og kom skipið aftur til Føroyar í nátt, og verður nú riggað til at fara aftur til fiskiskap undir Føroyum.
Arbeiðið í Danmark hevur tikið 3 vikur, og reiðarin sigur, at Thor fer til fiskiskap um eina viku.
Thor varð tikin úr vinnu í mars mánaða í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald