Innanlands

Tíðarætlanin heldur við nýggja skipinum

Arbeiðið at byggja nýggja Finn Fríða gongur eftir ætlan, og skipið kemur til Føroya um mánaðarskiftið mars og apríl

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-12-30 08:27 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

(Omanfyri sæst innslag við Finni Fríða, sum varð gjørt í summar)

Tað gongur eftir ætlan at byggja nýggja Finn Fríða, og eftir ætlan kemur nýggja skipið hjá Varðanum til Føroya um mánaðarskiftið mars og apríl.

Talan er um ein stóran og framkomnan nýbygning, sum kemur í føroyska flotan fyri 20 ára gamla Finn Fríða, sum skal seljast tá ið nýggja skipið kemur í flotan.

Tað er samtakið Varðin í Gøtu, sum letur nýggja skipið byggja í Skagen, og sum kemur at kosta umleið 350 milliónir krónur.

Talan verður um eitt 88 metrar langt, og knapt 17 metrar breitt uppsjóvarskip, sum fær heimstað í Gøtu.

Skrokkurin er bygdur í Pólandi, og skipið verður í løtuni gjørt liðugt á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen.

[object Object]Skrokkurin hjá nýggja Finn Fríða kom til Skagen í september mánaða, skipið skal latast Varðanum í fyrsta ársfjórðingi í 2024 (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Núverandi Finnur Fríði er á sølulista í løtuni fyri 90 milliónir krónur, men Varðin upplýsir, at lítil áhugið er fyrsi skipinum í løtuni. Tó hevur reiðaríið fingið nakrar fyrispurningar, men einki meira enn tað.

Varðin eigur eisini eitt annað uppsjóvarskip, Tummas T, sum er á sølulista, men her er eisini lítil áhugi fyri skipinum. Tummas T er á sølulistanum fyri 60 milliónir krónur.

Les eisini: Myndir: Nýbygningurin hjá Varðanum komin til Skagen

Les eisini: Fjórða skipið við navninum Finnur Fríði

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder