Innanlands

Til fiskiskap í annaðkvøld

Nýggjasta skipið í flotanum er nú klárt at fara til fiskiskap. Vit loysa í annaðkvøld, sigur Bogi Rasmussen, sum verður skipari fyrsta túrin

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2021-01-11 21:35 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Christian, sum reiðaríið Christian í Grótinum yvirtók í síðstu viku, er nú klárur at fara til fiskiskap.

- Vit hava gjørt nakrar broytingar, og tað er serliga køliskipanin, sum er broytt, sigur Bogi Rasmussen, sum verður skipari fyrsta túrin, og sum eisini er ein av eigarunum.

- Margreth, sum skipið kallaðist áðrenn, hevði freon R22 køliskipan tá ið vit keyptu skipið, men tað er ikki lógligt longur. Vit søktu um undantaksloyvi at hava tað til í summar, men tað bar ikki til, so vit vóru noyddir at broyta tað beinanvegin, og tað er nú gjørt. Vit hava nú fingið amonjakkøling, sum er freon R507, sigur Bogi Rasmussen.

Nýggju eigararnir eru sera spentir at sleppa í gongd við at royna nýggja skipið, tí teir kenna sum so rættiliga lítið til skipið, sum er keypt at fiska kvoturnar til nýggi Christian í Grótinum kemur til í flotan í komandi ár.

Christian, sum skipið kallast nú tað skrásett undir føroyskum flaggi, loysir av Klaksvík í annaðkvøld klokkan 20, sigur Bogi Rasmussen, sum verður skipari fyrsta túrin, og við fyrsta túrin vera 14 mans.

Tá ið gongd er komin á, verða millum 12 og 14 mans við á hvørjum túri.

Byggja nýtt skip í Skagen

Reiðaríið, sum hevur keypt Christian, seldi síðst í undanfarna árinum táverandi Christian í Grótinum til eitt felag í Grønlandi. Reiðaríið hevur undirskrivað sáttmála um ein stóra nýbygning, sum verður handaður reiðarínum fyrst í 2022.

- Tað gongur vælat byggja nýggja Christian í Grótinum. Vit fáa dagføringar aðru hvørja viku, og skrokkurin er nú komin hálvvegis, og tíðarætlanin heldur enn, men vit hava fingið, at vita korona kann skjótt broyta hetta, sigur Bogi Rasmussen.

Nýggi Christian í Grótinum verður knappar 90 metrar langur, og heili 17 metrar breiður, og verður størsta fiskiskipi í føroyska flotanum, tá ið tað kemur til Føroyar fyrst í komandi ár.

- Vit eru sjálvandi ótrúliga spentir, og tað verður eitt stórt framstig í mun til Christian, sum vit nú hava keypt fyri at fiska kvoturnar hjá Christian í Grótinum til nýggja skipið kemur, sigur Bogi Rasmussen.

Skrokkurin til nýggja skipið skal eftir ætlan sjósetast í Gdynja í Póllandi í juni, og síðan skal skrokkurin sleipast til Danmarkar, har skipið skal gerast liðugt í Skagen.

Bogi Rasmussen sigur víðari, at undanfarni Christian í Grótinum, sum varð seldur til Grønlands, var eitt gott skip, og eitt sera framkomið skip tá ið tað varð bygt, og tí eitt gott skip hjá teimum hóast tað nú var 17 ár.

- Vit fingu eitt boð og tað var eftir okkara tykkið eitt gott boð, og tí valdu vit at selja nú, heldur enn at bíða, hóast tað sjálvandi hevði verið ynskiligt at havt skipið líka til vit fingu nýggja Christian í Grótinum, sigur Bogi Rasmussen.

- Skipið var ótrúliga gott og framkomið, og vit hava verið sera glaðir fyri tað meðan vit hava átt tað. Tað kemur at merkjast at vit nú fara at fiska við einum skipi, sum er frá 1996, men hetta skipið er eitt fínt skip at hava fyribils, og tað er júst tað, tað er keypt til, sigur Bogi Rasmussen at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder