Matvøruvalið hjá brúkaranum er fjøltáttað og er tengt at nógvum atlitum. Um vit læra at skilja brúkaran, kunnu vit nýta hesa vitanina til at menna nýggjar vørur, ið nøkta eftirspurningin á marknaðinum.
Hvørji viðurskifti ávirka, tá talan er um sølu av fiski og sjógæti? Hvat leggur brúkarin mest dent á? Hvussu kunnu vit taka hædd fyri hesum í okkara vørumenning, og hvussu kunnu vit samskifta um vøruna til brúkaran? Hesi viðurskiftini vera umrødd í tveimum framløgum.
Hesa ferð hava vit fingið serfrøðingin í brúkaraatferð frá norska granskingarstovninum Nofima í Noregi - Themistoklis Altintzoglou - til at greiða frá úrslitunum av sínari gransking. Themistoklis, sum hevur phd í brúkaraatferð av matvørum, hevur drúgvar royndir við marknaðar og brúkarakanningum í mun til sjógæti.
Síðani kemur Eydnar á Roykheyggi, stjóri á Nevinum, sum hevur 25 ár á baki sum fiskasøla og hevur deildir í Føroyum og Íslandi, at greiða frá sínum drúgvu royndum og eygleiðingum í mun til sølu og broytandi brúkarakrøv.
Nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd í framløgunum eru burðardygd, heilsa, framleiðsla av hjávørum, góðska og høgleiki av vørunum.
Sum vanligt, verður eisini høvi til ein drekkamunn og eitt prát.
Vegna korona er neyðugt at boða frá luttøku á heimasíðuni hjá Sjókovanum her.
Um Ocean Cluster Faroes
Ocean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Tiltøkini verða fyrsta mikudag í hvørjum mánaði og snúgva seg um ymisk viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Her fáa áhugapartar høvi at hittast til kunnleikaflutning og at kjakast um felags avbjóðingar og loysnir.
Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar. Í Ocean Cluster Faroes hittast partarnir javnan til íblástur. Felags fyri limirnar í Ocean Cluster Faroes er, at teir allir hava áhuga í nýskapan og burðardygd í sjófeingisvinnum, føroyska samfelagnum at frama.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald