Innanlands

Tíma ikki at hugsa um hvíting

Í ár er heilt ørvísið, tí nú er góður fiskiskapurin eftir toski og hýsu, og tí tíma vit als ikki at hugsa um hvíting, siga Rósing og Otto sum rógva út við Hvítabergi

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2019-06-21 21:10 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Í juni mánaði plaga vit vanliga at royna eftir hvítingi, tí fiskiskapurin eftir toski og hýsu, sum oftast, fána burtur í lítið og einki. Men í ár er heilt ørvísið, tí nú er góður fiskiskapurin eftir toski og hýsu, og tí tíma vit als ikki at hugsa um hvíting.

Tað siga brøðurnir Rósing og Otto Thomsen av Strondum, sum rógva út við Hvítabergi.

- Í dag hava vit verið eystanfyri við 26 stampum og hava fingið umleið 5000 pund. Tað er óvanliga góður fiskiskapur hesa tíðina á árinum. Meginparturin er toskur og hýsa, og størra helvtin er toskur, søgdu teir við sjómanstrúboðaran í gjár.

Teir egna gjøgnum trakt, sum merkir, at húkarnir fara gjøgnum skorna agnið, sum liggur í traktini, og soleiðis fer agnið uppá húkarnar. Teir egna mest goggu og høgguslokk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder