2021-11-30 11:23
Í gjár varð vaktarskipið Tjaldrið boðsent at hjálpa útróðrarbátinum Dalsenni, sum hevði fingið maskinbrek.
Tað var fyrrapartin, at skiparin á Dalsenni segði frá, at teimum tørvaðu sleip. Dalsenni var tá staddur tveir fjórðingar norður úr Kunoyarnakki.
Tjaldrið bleiv sent at hjálpa Dalsenni. Klokkan 12:30 var Tjaldrið hjá Dalsenni, og byrjaði at sleipa ímóti Klaksvík. Arbeiðsbáturin hjá Tjaldrinum tók yvir sleipið seinasta teinin inná Klaksvík, skrivar Vørn á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald