2019-11-11 18:25
Arbeiðið á Vestaru Bryggju at seta eina nýggja sektión undir brúnni á Thor Omega er byrjað.
Stýrhúsið skal takast av, og skal inn í høllina, har nýggja sektiónin verður skoytt uppí, og síðan verður stýrhúsið sett á aftur skipið.
Í nýggju sektiónini verða fimtan tvey-manskømur, vesir og annað.
Thor Omega er bygt á skipasmiðjuni á Skála í 2008.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald