Uttanlands

Toskurin stendur óvanliga tætt í Lofoten

Fylti næstan allan skíggjan á ekkoloddinum

(Mynd: Havforskningsinstituttet)

(Mynd: Havforskningsinstituttet)

2020-04-06 18:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er gýtingartíð hjá barentshavstoskinum, sum um hesa tíðina fer inn í Lofoten fjørðin norðalaga í Noregi at gýta.

Og norska havrannsóknarskpið Johan Hjort er í økinum og hyggur eftir hvussu gongst við gýtingini.

Og av skipinum frættist, at tað sær eitt sindur øðrvísi út í ár.

- Um kvøldið 28. mars sóðu vit størstu savningina av toski vit nakrantíð hava sæð. Inni á Henningsværstrømmin funnu vit eina torvu – skreiflo – har tað vóru milliónir av fiski, sigur Knut Korsbrekke á Facebooksíðuni hjá Havforskningsinstituttet.

Tað, sum norðmenn kalla skreiflo er tá gýtandi toskur frá Barentshavinum samlast. Hetta fyribrigdið, tá toskurin sæst sum stórir reyðir blettir á ekkoloddinum, síggja granskararnir á hvørjum ári, men ongantíð fyrr so ógvusligt sum hesaferð. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder