Innanlands

Tríggir mánaðir eru fyribils vorðnir til 42 ár

- At árini eru vorðin so mong her í Grønlandi, kann ikki siga annað enn, at eg havi trivist, sigur Jørgen Emil

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-06-01 08:10 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Sum 15 ára gamal hevði eg fingið lærupláss til bilmekanikara, tá eg varð liðugur við sjeynda flokk. 

Men áðrenn lærutíðin byrjaði, skuldi eg bara ein túr til skips, fyri at vita, hvussu sjólívið var. Tann túrurin er fyribils vorðin til 42 ár, og 39 av teimum árunum havi eg siglt við grønlendskum skipum, sigur skiparin á grønlendska rækjutrolaranum Polar Qaasiut, Jørgen Emil Jørgensen úr Havn.

- Eg fór avstað við Suðurvarða í 1977 og sigldi við har í trý ár. Í 1981 fór eg á rækjuveiðu við Bette Belindu og havi siglt við grønlendskum skipum síðani. Nú sigli eg við Polar Qaasiut, sum Polar Seafood nýliga hevur keypt og sum í mong ár kallaðist Markus, sigur Jørgen Emil.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- At árini eru vorðin so mong her í Grønlandi, kann ikki siga annað enn, at eg havi trivist. Tað er eitt spennandi arbeiði at vera skipari á rækjutrolara í Grønlandi. Síðstu árini hevur verið væl av rækjum at fingið, hóast økini, har rækjurnar nú eru, ikki eru so mong og stór sum onkuntíð fyrr, men nøgdin er stór, sigur Jørgen Emil.

Polar Qaasiut fór avstað í týskvøldið, og leiðin varð sett norður móti leiðum uttanfyri Upernavik. 

Tvær manningar á 24 mans hoyra til skipið. Trolarin er bygdur í 2003, er 70 metrar langur og 15.9 metrar breiður og lastar 600 tons.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder