Innanlands

Tróndur í Gøtu hevur landað makrel

Uppsjóvarskipið hevði 800 tons við til lands

2018-10-18 22:07 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri týskvøldið, har teir skulu landa.

Tróndur í Gøtu hevur verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Tá ið teir komu til føroyar, landaði Finnur Fríði sild, og tí máttu teir bíða til teir sluppu framat.

Tá ið Tróndur í Gøtu hevur landað, sleppur Jupiter framat við sínari last. 

Jupiter hevur 600 tons av sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder