2025-02-18 21:56

Tað var í síðstu viku at Inuksuk l setti kós móti Føroyum, og tíðliga í morgin verður skipið á Havnini.
Inuksuk l skal fiska rækjukvotuna, sum Thor eigur frá Kappanum.
Inuksuk l er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1987, og fekk tá navnið Hvítanes. Skipið bleiv selt av landinum í 1993.
Reiðaríið ynskir ikki at upplýsa hvat skipið er keypt fyri ella hvat nýggja navnið verður á skipinum, sum nú aftur fær heimstað í Føroyum.
Nýggja navnið á skipinum verður kunngjørt mánadagin næstu viku, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald